Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Er ikki eitt, so er okkurt annað og vandamálini nú á døgum tykjast breiða seg sum hundalond, og sumt er ikki borðbart ella verður dømt soleiðis, so tað verður tagt burtur. 

Eri so ikki ekspertur á øllum økjum, fyri ikki at siga ov nógv; t.d. viðvíkjandi, hvussu el-bilarnir eru skrúvaðir saman, antin teir so eru heilir ella hálvir.

Uttanlands verður nógv skrivað og ávarað, og mín sann um ikki ÚF nevndi teir hendan dagin. Eg hvakk við, at so mangir sum 300 (onkur nevndi 1100) longu koyra eftir vegunum her á landi. Helst fleiri í dag enn í gjár.

Fyrsti tankin var: Hvat hugsa fólk fyri sær! Hvussu væl fylgja tey við?

GRØNT! Tey hugsa grønt, siga tey! 

Jú go'morin! Hvussu grønt er tað at senda smábørn niður í hasi stinkandi, radioaktivu holini í lýggjari londum enn okkara at høgga deyðshættislig evni upp úr jørðini at gera battaríini av, tí tey eru fátæk og kløn og smá, og passa ígjøgnum opini. Teimum er neyvan langt lív lagað, men hvat so! `Hvor der handles, der spildes`, er tað ikki loysunnarorðið nú?

Í ramasta álvara tosa fólk opið um, at ein noyðist at góðtaka, at summi verða fyri vanbýti, um tað skal ganga framá við 'tí grøna'. Tað er blivið umberingin í seinastuni fyri alt, "bara tað er grønt!"

At ein elbilur dálkar nógv meiri enn ein bensinbilur fyrstu 500.000 kilometrarnar - tykisi ikki viga so nógv hjá summum, og seljarir vilja selja, so her mugu aðrir instansir trakka til.

"Takk til samferðslustjóran og teirra, sum síggja ein møguligan vanda, men at niðurtóna hann við, at man bara kann leggja eina presending omaná, tykist sera bíligt. Tað eru mannalív, vit tala um.

- - - - -

Faktiskt so dámar mær illa at gera hesar viðmerkingarnar, men eg havi lisið og hoyrt so nógv um vansarnar við hesum sokallaðu "grønu bilunum", men hoyri lítið og einki um tað her á landi, og onkur noyðist at siga tað. Nakrar forsiktigar ábendingar og hálvar loysnir til trupulleikarnar, tað er alt. 

Sakin er, at elbilar (heilir ella hálvir) hava battaríir, sum, um illa veit við, kunnu fara at brenna og ikki kunnu sløkkjast við vanligu sløkkiútgerðini, sum er umborð á hvørjum skipi. Har kemur presendingin inn, tí tað er neyvan bara ein vanlig presending ella ein 'hattur', sum verður smoygdur niðuryvir ein brennandi bil, sum samferðslustjórin meinar við - og so er trupulleikin av. Ella er hann? Hvussu væl er tað kannað - og roynt? Skilji at í Noregi eru el-bilar bannaðir umborð á ferðamannaferjum.

Hoyri at Norrøna hevur meldað út, at teir hava sína egnu sløkkiskipan og ætla at sigla sum higartil, men hvat er tað, tey hava uppfunnið, sum eingin annar í verðini tykist at vita um?  

Av tí, sum kom fram í samrøðuni hjá ÚF við samferðslustjóran, kann eg saktans hugsa mær, at forboð verður sett fyri at taka elbilar umborð. Fyribils í hvussu er.

At tað kann vera nóg ringt, um tað veruliga sansar at, eru dømi um, og t.d. liggur í skrivandi stund eitt stórt bila-fluttningsskip á havsins botni einustaðni, tí eldur kom í ein el-bil á dekkinum, sum ikki bar til at sløkkja: Eldurin breiddi seg til aðrar bilar og at enda um alt skipið, sum brendi út og sakk, og liggur nú har á botninum og dálkar umhvørvið. Fólkini, haldi øll, vórðu tíbetur bjargað. Soleiðis er neyvan við fátæku børnunum í námunum. 

- - - - -

Men vit hava eisini ein annan trupulleika her á landi enn tann,  at koyra umborð á eitt ferðamannaskip. Vit koyra gjøgnum tunlar, og hvussu man vera statt har?

Tað havi eg ongan hoyrt talað um í ÚF. 10 kilometrar langir tunlar og tvær koyribreytir - har kunnu nógvir bilar (og uppaftur fleiri fólk) vera inni í senn, og umframt sjálvan eldin, so brúkar eldur nógva ilt, sum vit ikki klára okkum uttan.

Skal lata vera við at pensla tað út, men ein og hvør kann sjálvur meta um, hvussu trygt tað hevði verið (ella er), skuldi tað ringasta hent, og tað veit man ikki, fyrr enn tað hendir. Og vit tala um mannalív.

Logiska avleiðingin, so leingi tað ikki er nóg trygt at sigla og koyra, má vera, at el-bilar heldur ikki sleppa at koyra gjøgnum tunlarnar.

Hvat er so vunnið við GRØNU elbilunum?

- - - - -

Sjálvandi er stuttligt at vera tann, sum er fyrstur við tí nýggjasta, men vælsignaði sláið kalt vatn í blóðið og steðgið, áðrenn tað ringasta hendir.

Bíðið, til mann hevur fingið øll tingini upp á pláss. 

Eisini trygdina.

ÁG

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo