Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eitt eldri par, sum kom við Norrønu í gjár úr Íslandi, slapp ikki í land í Føroyum, men mátti víðari við Norrønu til Danmarkar.

Parið eigur hús í Suðri, men býr í Íslandi, og hevði ætlanir um at vera í Suðri í góðar tveir mánaðir, sum VP skilur.

Tey søgdu seg eisini kunna fara í 14 dagar sóttarhald, men einki hjálpti.

Tað vóru fýra ferðafólk við Norrønu í gjár, tveir  føroyingar, umframt íslendska parið.

Ísland hevur eisini eitt smittutal sum er 0, tað sama sum Føroyar og Grønland.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo