Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hetta vikuskiftið líktist so mongum øðrum, tó so, heldur vakthavandi á politigarðinum, so vóru kanska heldur fleiri fólk í býnum í Havn enn eitt vanligt leygarkvøld.

- Nógv vóru drukkin og fleiri illa drukkin. Í onkrum føri var neyðugt at taka viðkomandi við her á støðina at sova rúsin av sær.

Tvey fólk eru skrivað fyri brot á skilhadsreglurnar seinastu 24 tímarnar, eitt í miðøkinum og eitt í norðurøkinum.

- Brot á skilhaldsreglurnar er, tá fólk sýna ein atburð, sum kanska ikki er beinleiðis hóttandi, men tó av slíkum slagi, at onnur kenna seg ótrygg. Tá fær viðkomandi eina bót frá okkum á staðnum, sigur vakthavandi.

Tvey fólk eru eisini skrivað fyri rúsdrekkakoyring, í tí eina førinum var viðkomandi á veg úr høvuðsstaðnum út á bygd í morgum, uttan at hava sovið rúsin av sær ordiliga.

Samdøgrið framman undan hesum seinasta vóru eisini onkrar smávegis hendingar. Eitt nú misti ein eina tonn, tí viðkomandi fekk ein frammaná. Tann sum slegði er nú skuldsettur. Og so varð eisini boðað frá einum eldi í einum sethúsum í Havn. Sløkkiliðið bar skjótt at, og eldurin varð skjótt sløktur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo