Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Fríggjadagin 11. mars kl. 16 til 18 letur ein framsýning við myndum hjá Eli Smith upp í Galerie Focus.

Framsýningin er opin til 23. mars: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18.

Ein cello kvartett spælir undir ferniseringini fríggjadagin 11. mars. Málningarnir eru at síggja á heimasíðuni www.galeriefocus.com, framsýning.

Eli Smith (1955) hevur í fleiri ár nýtt grót, sum hann knúsar við mortara, eisini sand í øllum litbrigdum av gráum og nýtur litevnið til máling. Eli hevur lagt oljumálningin á hillina; skitsur og vatnlitir nýtir hann tó við síðuna av. Hann hevur roynt seg innan mangar myndlistaligar greinar, eitt nú eisini innan mosaikk.

Eli stendur ikki í stað, hann flytur seg listaliga, hann er altíð á ferð í huganum og í veruleikanum. Hann er nógv úti í føroysku náttúruni, sum hann endurgevur í atelierinum, tað verður til eina mynd í huga - hugmynd. Bæði í náttúruni í Føroyum og á sínum ferðum í útheim fær hann grót, sand, kol, marmor og annað tilfar sum hann nýtir til at gera stoffliga máling av.

Eli er sera hugtikin av øllum tilfeinginum í Guds vøkru náttúru, og møguleikanum at skapa eina mynd úr tilfari í náttúruni. Tað eru onnur listafólk, sum hava blandað sand í málingina, til dømis, spaniólin Antonio Tápies (1923-2012), hann er helst tann best kendi. Við at koyra sand í málingina, fær málningurin eina undurvakra taktila yvirflatu, tað vil siga at yvirflatan kann følast.

Tilfarið, sum Eli brúkar, er í seinastuni eisini aðrastaðni frá enn úr Føroyum. Eitt nú knúst marmor úr: Italia og Umanaq, knústur feittsteinur frá Nuuk leiðini og knúst jaspis. Eisini brúkar hann kol úr Hvalba, jákupsskeljar av Oyri og sand úr Søltuvík.

Myndevnið er føroyska landslagið - hagin, ofta ein fuglur (spógvin), onkuntíð eitt menniskja, áin og kanska laksur. Eli tekur bókstavliga tilfari úr náttúruni við sær inn í atelierið, fyri at geva sína týðing tann rætta litin. Tað er jørðin sum jørð, sum tað ræður um. Men kanska hevur tað eisini ein týdning, sum Guds skapanarverk - ein tøkk fyri Guds skapanarverk.

Í fyrstu málningunum hjá Eli eru fleiri litir, millum annað í reyðum og grønum. Fleiri av seinastu málningunum eru ljósir, í hvítum og gráum littónum, sum geva málningunum eitt viðbrekið, vakurt og sera kensluligt úttrykk. Við hesum hevur hann avmarkað seg í litvali og fær tí møguleikan at skapa reinari list, meira einfalda og estetiska.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo