Trúboðin: Eliaskirkjan í Keypmannahavn hevur lagt eina nýggja strategi fyri sítt arbeiði komandi árini. Í hesum sambandi varð skipað fyri einum strategidegi í LM á Amager, har Eliaskirkjan heldur til.
Nógv spennandi var á skránni, og skráin varð býtt upp í tvær løtur. Til fyrru løtuna legði formaðurin í Eliaskirkjuni, Torgeir Petersen, Strategi 2030 fram. Síðani avdúkaði Fríðunn í Liljudali nýggja visuella samleikan og vísti fram merch (klæðir v.m.), sum varð sniðgjørt til høvið. Eisini avdúkaði Jónas Thomsen nýggju heimasíðuna, og Súsanna Olsen legði Eliaskirkjuna og komandi tíðina fram fyri Gud í bøn.
Síðani vóru øll boðin til Chili Con Carne, sum Niels Kristian Thomassen og Hans Arge Poulsen høvdu borðreitt við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



