Útbúgvingin til elveitingaroperatør er nú komin á listan yvir góðkendar yrkisútbúgvingar í Føroyum, sum krevja lærusáttmála.
Tað er greitt við nýggjari kunngerð, sum Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur undirskrivað. Hon varð kunngjørd í gjár og kemur í gildi í dag.
Ein elveitingaroperatørur arbeiðir við elnetinum, sum flytur streymin frá framleiðsluni út til brúkaran. Arbeiðið fevnir millum annað um at leggja og viðlíkahalda kaðalar, hava eftirlit við elveitingini og finna og rætta brek á netinum.
Broytingin merkir, at útbúgvingin verður fevnd av føroysku reglunum um yrkisútbúgvingar. Sambært yrkisútbúgvingarlógini skiftir lærlingurin millum verkliga læru á læruplássi og undirvísing í skúla.
Lærusáttmáli skal undirskrivast, áðrenn læran byrjar. Yrkisdepilin kannar og góðkennir sáttmálan og tryggjar millum annað, at læruplássið lýkur treytirnar, og at lønar- og arbeiðsviðurskiftini eru í lagi.
Nýggja kunngerðin broytir listan yvir sáttmálaskyldugar útbúgvingar í kunngerðini frá februar 2023. Hon ásetur tó ikki, at skúlaparturin av útbúgvingini nú verður boðin út í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



