Í dag eru hundrað ár síðani, at mentamaðurin, Emil Juul Thomsen varð føddur á Tvøroyri. Emil var handilsmaður, hann seldi Electrolux og alt møguligt annað, men vit minnast hann einamest fyri stóra bókmentaliga arbeiði, sum hann legði eftir seg sum forleggjari á forlagnum Bókagarði, ið frá sjeytiárunum framdi tað bragd at geva út eina rúgvu av føroyskum bókum, bæði føroyskar upprunabókmentir og týddar heimsbókmentir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo