Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í nógv ár hava vit hoyrt um, at flotin hjá Strandferðsluni er ov gamal, og støðan gerst bara verri sum tíðin gongur. Tann politiski mynduleikin hevur ikki megnað at gjørt nakað við hendan trupulleikan.

Nú koma flokkar fram og siga, at teir vilja raðfesta nýggjar ferjur á fíggjarlógini. Er tað nakað sum er heilt sikkurt, so er tað, at flotin hjá Strandferðsluni ikki verður endurnýggjaður í íløgukarminum hjá landinum. Hetta kemst av manglandi vilja frá politiska mynduleikanum. Um Suðuroyartunnilin eisini skal førast út í lívið, so er ikki pláss fyri nýggjum ferjum í fíggjarlógini.

Men vit í Fólkaflokkinum hava víst á loysnina til, at allur flotin hjá Strandferðsluni kann verða endurnýggjaður. Hetta verður gjørt við at skipa Strandferðsluni av nýggjum. Tískil skal Strandferðslan leggjast í eitt alment partafelag, sum skal hava ein tænastusáttmála við landið. Soleiðis kann partafelagið fara út og taka lán til at byggja nýggjar ferjur.

Við at skipa Strandferðsluna í eitt alment partafelag og byggja nýggjar ferjur, so verður raksturin av skipunum betri. Nýggj skip brúka munandi minni í olju og krevja minni í viðlíkahald. Samstundis tryggjar ein tænastusáttmáli millum land og partafelagið, at tænastan til útoyggjarnar verður óbroytt, um nøkur broyting, so skal tænastan verða betri. Talan er ikki um eina privatisering, sum summi hava hug at gera tað til.

Talan verður um eitt alment partafelag, sum landið eigur 100% og hevur fult ræði á.

Vit í Fólkaflokkinum hava gjørt tað neyðuga fyrireikingar arbeiðið til at fremja hetta í verkið. Tískil er hetta ikki bert eitt vallyfti, men ein verðuliga ætlan at fremja í verki.

Far tí á val og vel Fólkaflokkin. Uni Rasmussen valevni hjá Fólkaflokkinum.

Uni Rasmussen
valevni hjá Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo