At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú gleða vit okkum øll til at sleppa at koyra gjøgnum sandoyartunnilin.

Hann tóktist ein fjarur dreymur, men so tóku øll tingfólk seg saman og samtyktu at hann bara skuldi gerast, og nú er hann her!

Samanhald gevur mátt og megi, og her fer nógv gott at koma burturúr.

Nógv kundu vit ímyndað okkum frammanundan, men annað kemur fullkomuliga óvæntað.

Tak eitt nú tað orðaskifti, sum nú er um hvat ið skal gerast fyri at fyribyrgja at rotta kemur til Sandoynna, okkara størstu rottufríu oyggj.

Eyðsæð er at her er rætt at nýta sama frymil sum gjørdi at vit fingu tunnilin.

Tingfólk taka seg saman og samtykkja at vit ikki skulu fáa rottur til Sandoynna.

Fyri at røkka hesum máli standa vit saman fyri at sleppa sandoyingum undan hesi vanlukku.

Hesum høvdu vit øll fingið nógv burturúr.

Tann sum vil síggja avleiðingarnar kann ein summardag fara til Tjørnuvíkar at síggja lundarnar í Stakkinum!

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo