Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í dag verður gott veður, stilli og turt. Men í morgin verður nakað frískari vindur av útsynningi, tað fer at dropa men eisini fleiri løtur við sól kunnu væntast, og hitin fer at liggja um 6 stig.

Týsdagin verður strúkur í vindi av útsynningi og lágum vestri, tað verður lýtt, um 8 stig, og dagurin byrjar við regni, men sum hann líður verður kaldari og ælini blíva til vátasletting.

Mikudagurin verður dagurin við nógvum vindi, uppí skrið av útsynningi, tað verður mestsum samregn og hitin ímillum 3 og 6 stig.

Hósdagin verður logn, ein ond høgt kanska, okkurt einstakt vátaslettingsæli og hitin ímillum 2 og 4 stig.

Fríggjadagin lot til frískan vind ímillum landsynning og útsynning, sólløtur men eisini fleiri regn- ella vátaslettingsæl, hitn ímillum 2 og 5 stig.

Næsta vikuskifti verða dagarnir eitt sindur ymiskir, uppí ein strúk av útsynningi og vátaslettingsæl allan leygardagin, sunnudagin bert ein ond eystaneftir. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo