Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin mánadagin kemur lotið av landnyrðingi, tað verður samdrigið og kanska dropar fyrrapartin, hitin um 8 stig.

Týsdagin mestsum logn og sólglottar gjøgnum dagin, hitin 6-7 stig.

Mikudagin uppí frískan vind eystaneftir og av landsynningi, fyrst sólglottar seinni okkurt æli og sami hiti um 6-7 stig.

Hósdagin lot til frískan vind av ymsum ættum, fyrrapartin regnar og hitin 5-7 stig.

Fríggjadagin gul av norði og sól ein stóran part av degnum, turt og hitin 6-7 stig.

Næsta vikuskifti byrjar við lítlum vindi av landsynningi, sunnudagin uppí strúk í vindi og seinnapartin fer at regna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo