Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Við tveyára-royndum, sum avloysari á heiminum, lýsi eg viðurskiftini við atliti til starvsfólk, kostnað og innihald.

Í miðal vóru eini 7 búfólk á heiminum, pláss er fyri 10-12 fólkum.

Korona var ein orsøk til lítla talið, men ikki orsøkin alt hetta drúgva tíðarskeiðið.

Nøkur búfólk vóru til avrúsing, onnur til stutt tíðarviðgerð og restin til longri viðgerð, mest vanligt 6 vikur.  

Styttru tilboðini fevna meira um tilhald og smávegis bólkaprát.

Longru viðgerðirnar fevna um 1 tíma sálarfrøðing um vikuna, og bólkaundirvísing í DAT flestu gerandisdagar í vikuni.

(DAT= I gruppen træner du bestemte færdigheder, fx at regulere følelser, være opmærksom, skabe og udvikle gode relationer og holde ud i svære situationer. Bara stutt brot)

Omanfyri nevni eg tey viðurskifti, sum krevja føst starvsfólk til føstu tilboðini. Ávikavíst ein tíma um vikuna pr. búfólk og bólkaviðgerðirnar, fyrra- og seinnapartar.

Familjuviðgerðir kunnu, í ávísum førum, verða ein ella tveir tímar pr. viðgerð.

Annað arbeiði
Metingarsamrøður og innskrivingar. Fundarvirksemi. Nakað av køks-, skrivstovu-, fyrisitingar- og smávegis fyrifallandi arbeiði, eins og venjing og ítriv hjá búfólki og starvsfólki.

Tað stutta av tí langa er, at eini 9 føst starvsfólk eru knýtt at økinum um dagin, umframt ein kvøld-, vikuskiftis- og náttarvakt tey tíðspunktini.

Nøkur fá búfólk eru á heiminum til smávegis starvsfólkatímar, fyri o.u. 180.000 krónur um vikuna; ella knappar tíggju milliónir um árið.

Blákrossheimið, sum stovnur og bygningur, er goldin, so almenna játtanin fer burturav til rakstur.

Aðrir pengar, íløgur og kostnaðir eru á Blákross-økinum í Havn, t.v.s. umframt hesar tíggju milliónirnar.

Tað verða ikki gjørdar eftirmetingar av viðgerðunum, tó tykist tað sum flestu búfólk fáa hjálp, góðar upplivingar, felagsskap og í nøkrum føri varandi hjálp.

Men spurningurin er um kostnaðurin er í samsvari við innihaldið.

Eg sigi ikki, at játtanin er ov stór, men at hon eigur at koma til gagns, í tann mun hon eigur og sum hon er ætlað málbólkinum.

Formaðurin  í landsnevndini hjá Bláa Krossi, formaðurin í stýrinum fyri heimið, politikarar í nevnd, aðalskrivari og daglig leiðsla  - lata ikki við seg koma.

Vegna økið, og vegna málbólkin, velji eg tískil at lýsa hetta alment.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo