Skúlablaðið: Nú tað vísir seg, at vit fáa fleiri og fleiri næmingar til sertilboðini, so hevði tað ivaleyst verið ein vinningur fyri fleiri, um tímatalið yvirskipað fór niður, og flokkarnir gjørdust minni. Tað heldur Elsa Maria Lorentzen, toymisleiðari í yngru serdeildini á Skúlatrøð.
- Í sertilboðunum kunnu vit vera fleksibul og hava tíð at raðfesta gott samband við heimið. Vit lurta væl eftir næmingunum, bæði hvat teir siga og ynskja. Somuleiðis er við foreldrunum, sum altíð kunnu ringja. Er tað nakað, so siga tey frá, og sum oftast fáa vit gjørt nakað við tað. Vit vita, at allir partar hava brúk fyri rúmligum karmum, so góða sambandið við heimið saman við góðum samstarvi millum fakfólk er avgerandi.
Hóast sertilboðini á Skúlatrøð ikki eru ein serskúli, so eiga vit kanska longu nú at hugsa um, hvussu vit í framtíðini eiga at skipa okkum, heldur Elsa Maria.
- Tá ið hugsað verður um sertilboð, og at næmingatalið er vaksandi og samansetingin fjølbroyttari, so eiga vit kanska at spyrja, um ein serskúli aftrat Skúlanum á Trøðni er ein loysn. Tí hvat er best fyri næmingin, og um næmingarnir gerast fleiri og fleiri, hvat gera vit so?
Meðan vit hugsa um framtíðina, so eru tó viðurskifti, sum vit í tí dagliga longu nú kunnu arbeiða meira miðvíst við, sigur Elsa Maria at enda.
- Vit tosa í dag nógv um at rúma hvørjum øðrum og um rúmlig børn, sum skulu vera fevnandi. Hetta eigur eisini at vera galdandi fyri okkum vaksnu, og tað krevur ein annan hugburð, sum ikki kann samanberast við hugburðin, fólk fyrr høvdu til skúla. Hetta er eitt annað slag av skúla, og tað er júst tað, sum er áhugavert, samstundis sum tað er krevjandi. Tað er altíð ein javnvág, hvat vit velja at bjóða einstaka næminginum, tí næmingar eru so ymiskir.
- Grundleggjandi spurningurin í øllum hesum er, hvussu vit sum skúli kunnu skapa góðar karmar, har næmingurin trívist, mennist og lærir. Tað eru fakligu karmarnir bæði í rúmi, tíð og fevnandi hugburði, sum hava størstan týdning.
Tóra við Keldu hevur skrivað. Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 2, 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo