Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hósdagin fekk býráðið á fundi við fyrisiting sína at vita, at tað neyvan er nakar vegur aftur í byggimálinum við Sandá. Uttan so, at kirkjuráðið veitir býráðnum eina hjálpandi hond og góðtekur eina aðra staðseting. Tey, sum hava sæð og lisið orðini hjá  kirkjuráðslimum, vita, at kirkjuráðið er neyvan at vika.

Hetta merkir, at fríøkið, sum fleiri 1000 vilja varðveita, hongur í klønum tráð. Og tað merkir aftur, at ein stórur bygningur sníkir seg longur fram millum lyng, klettar og ta stórbaru Sandá.

Býráðslimir eru hoknaðir í knøunum eftir ein propagandafund herfyri. Á hesum fundi slapp advokatur hjá kirkjuráðnum at siga, at málið er bara jura og ikki politikkur. Nógvar millliónir eru nevndar í endurgjaldi, um kirkjan skal flytast aðrarstaðir. So nógvar, at býráðslimir, sum eru fyri at varðveita fríøkið við Sandá, eru eisini um at hokna. Eingin onnur løgfrøðilig útleggging er sloppin framat. Heldur ikki áhugabólkurin “Varðveitið fríøkið við Sandá”.

Einaferð afturat tykist náttúran verða offrað í kapping við pengar og hóttanir um endurgjald. Tað sama hendi á Sundi fyri sløkum 7 árum síðani.

Á býráðsfundinum 25. januar hættaði býráðið sær ikki hava eitt fólkaræðiligt orðaskifti um málið. Í býráðnum eru annars fólk, sum høvdu meiningar um øll hugsandi kommunumál undan seinasta valið. Og tey fara óivað aftur at spamma okkum við greinum og ljóðbrotum um nakrar mánaðir. Men neyvan um náttúru og umhvørvi hesuferð...

Borgarstjórin sendi á síðsta býráðsfundi málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina, sum  væntandi skal taka støðu til byggiloyvið mánadagin 12. februar. Ella sendir tað aftur til býráðið.

Parkeringsbøturnar og fríøkismálið
Málið um fríøkið við Sandá snýr seg bæði um umhvørvi, náttúruvernd og sanniliga eisini rættartrygd, lóg og rætt. Tað snýr seg ikki um parkering. Men eg loyvi mær at gera eina samanbering um, hvat hevur týdning í býráðshøpi og ikki.

Herfyri var eitt grúuligt rok í miðlum um parkeringsbøtur í Gundadali. Tá eingin heimild var at endurrinda pensjónistunum bøturnar, fann onkur í kommununi út av, at tilgongdin at skipa parkeringsviðurskifti hevði ikki verið røtt. Tí kundu fólk søkja um at fáa bøtur endurrindaðar. Sig so, at rættarsamfelagið Tórshavnar kommuna ikki virkar...

Men uttan fyri ringvegin hava vit eitt mál, sum stendur á eggini til at gerast størsta náttúruoyðingin í fleiri ár.

Tað er próvfast, at fríøkið við Sandá var tinglisið sum frítt øki, og sum kommunan fekk uttan gjald. Also ein gáva, men sum kommunan seldi.

Tinglisna skjalið, sum ikki er avlýst sambært Tinglýsingini, varð latið TK, tá fólk mótmæltu í 2010. Tað varð leysliga umrøtt, men ikki skrásett, og tað finst ikki ímillum skjølini í málinum. Og tað varð ikki lagt fyri Byggi- og býarskipanarnevndina, tá serstaka byggisamtyktin skuldi smíðast.

Hví varð tað ikki skrásett? Hví skuldi tað fjalast fyri fólkavalda býráðnum, at skjalið, sum staðsetir fríøkini og ymiskt annað, var tinglisið sum servituttur á øll 75 matr.nr. í útstykkingini? Hví var tað hvørki sent Innlendismálaráðnum ella Yvirfriðingarnevndini? Búði nakað undir?

Kannið málið til botns!
Tað galt næstan um lív at fáa greiði á einum óbetýðiligum máli um parkeringsbøtur. Men hví er býráðið ikki sinnað at rudda upp í fríøkismálinum? Kanna, hví tinglýsti servitutturin, har granni mótvegis granna hava átalurætt, hvarv. Og hví ikki fáa lýst famøsa brotið á eina avtalu millum útstykkjarar og kommunu? Málið um fríøkið við Sandá er so nógv meira álvarsamt enn nakrar parkeringsbøtur.

Nú vísa býráðslimir til býarskipanarlógina frá 1954, sum í grein 10, stk.1, sigur, at byggisamtyktir seta til viks gamlar servituttir, og tí er servitutturin um fríøkið fallin burtur.

Higartil er eingin servituttur í Føroyum trokaður til viks, havi eg fingið upplýst. Og hví krevja býráðslimir, sum virða rættartrygd, ikki, at tað verður kannað løgfrøðiliga, um ein byggisamtykt  automatiskt kann seta ein tinglýstan servitutt til viks? Ella er býráðið líkasælt, um hvat er rætt og hvat er skeivt?

Frætti, at á fundinum hósdagin fingu býráðslimir at vita, at fekk kirkjuráðið ikki byggiloyvi, fór tað óivað at klaga til Kærunevndina í lendismálum. Sjálvandi. Men tað eru onnur, sum eru partur í málinum, grannarnir, og sum kunnu gera tað sama. Og eisini biða um steðgandi virknað.

At hótta við, at fær kirkjan ikki byggiloyvi, so ber heldur ikki til at byggja ætlaða sjósavnið er burturvið. Tað er heilt annað mál. Men friðingarnevndin skal geva loyvi, tí staðsetingin tykist vera stytri enn 100 metrar frá fjøruni.

Veruleikin er, at býráðið hevur málað seg í ein krók - bæði við atliti at fyrisitingarrætti, náttúru, umhvørvið og politiskt. Eg eri vísur í, at ikki fjórði hvør íbúgvi í Tórshavnar kommunu vil hava, at inntriv verður gjørt við Sandá, og at væl meiri enn helvtin vil hava, at fríøkið við Sandá fær frið.

Málið stendur í millum at varðveita eitt fríøki - upprunaliga tví-friðað - við størstu ánna í Suðurstreymoy ella fremja eitt grefligt náttúruinntrivi í stríð við allar hugsjónir um náttúruvernd.

Við náttúrukvøðu
Jóhann Mortensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo