Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ársdagin fyri kríggið vit minnast;

óteljandi mannalagnur gjøgnum árið,

ið livdu, um friðartilgongdin var stinnast;

torført at halda aftur blágula tári.

...

Tí, hví steðgar krígshjálpin ikki;

er hon fyri fólksins besta?

Neyvan eftir teirra tykki,

sum loyva bumbunum at bresta.

...

Hernaðarútgerðin floymir til Ukraina;

til krígs- og frostbardar fløtur,

hví gera tey sær ikki tann beina,

at senda friðarsins hita til kaldar føtur?

...

Tí, hvør skal í grundini verjast;

NATO, Russland ella ukrainska (úrvals)fólkið?

Ja, kanska tey, sum vilja berjast,

fyri sínum egna samfelagsbólki.

...

Tárakeldan gongur undan í eystri;

hon minkar sum árið gongur;

krígskeldan heldur áfram her vestri,

og skerdur er friðardúgvunnar vongur.

Henrik Weihe Joensen
24. februar 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo