- Eg veit ikki men í Sveis eru vit fleiri. Fyri 20 árum siðan hittust vit fyri fyrstu ferð og tá avtalaðu vit at hittast á hvørjum ári ein leygardag í september og tað hava vit hildið fast við síðan, sigur tann sum hevur sent hesa myndina og tekst.
- Leygardagin 5. september vóru vit boðin til Ingelise og Jakob i Aargau og tað varð sum altið sera hugnaligt og nógvur góður matur at fáa.
- Vit prátaðu og fingu góðan látur, vit hoyrdust víða um. Somuleiðis hugnaðu børnini sær i stakgóða umhvørvinum har Ingelise og Jakob búgva við teirra døtrum.
- Næstu fer vit vit hittast verður tað hjá Jenny i Rapperswil 4. Sept 2021. Áhugaður at vera við tá? Vend tær til hann@hispeed.ch og fá fleiri upplýsningar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo