Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sett landsstýrismanninum í heilsumálum Kaj Leo Holm Johannesen fyrispurning um, hvussu tað gongur við málinum har Klaksvíkar Sjúkrahús ynskir at yvirtaka røktarheimsbygningin til rehabilitering.

Fyri at hetta kann gerast veruleiki er tó fyrst neyðugt at finna ein fíggjarleist, soleiðis at Norðoya Bú- og Heimatænasta kann fara undir at byggja eitt nýtt nútímans røktarheim.

Elsebeth sigur, at hon setti landsstýrismanninum fyrispurningin um tað sama í mei mánaða, og nú vil hon vita, hvat status er í málinum.

- Hetta er eitt átroðkandi mál, og tí havi eg sett landsstýrismanninum fyrispurningin aftur.     

………….

Fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum.

Í Mei 2022 spurdi undirritaða landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Jóhannesen, hvussu tað gekk við málinum, har Norðoya Bú- og Heimatænasta hevði bjóðað Klaksvíkar Sjúkrahúsi røktarheimsbygningin at brúka  til rehabilitering, sum Klaksvíkar Sjúkrahús skuldi standa fyri. Tá svaraði landstýrismaðurin, at hann fór at taka málið upp í politisku skipanini. Hann segði eisini, at hann heilt vist fór at seta sær fyri, at hetta kom í gongd.
Vísandi til omanfyrinevnda fyrispurning fra mei 2022 ynski eg aftur at spyrja landsstýrismannin,  hvussu gongur við málinum.

Tí verða hesir spurningar settir:

1: Hvat er status í málinum?
2: Er nøkur loysn funnin á fíggjarleistinum?

Klaksvíkar Sjúkrahús ynskir at hækka enn meira  um støðið á neurorehabilitetsøkinum, men seingjakapasiteturin er ov lítil . Belegningurin er sum oftast ov høgur á seingjadeildini, og ov fá pláss eru til neurologiskar sjúklingar. Árliga er belegningurin uml. 90 %, sum er omanfyri tað optimala, sum sigst vera 75 – 80 %.  Hetta ger, at Klaksvíkar Sjúkrahús ofta má siga nei til at taka ímóti sjúklingum. Hetta er ikki nøktandi og setir Klaksvíkar Sjúkrahús í eina keðiliga støðu. Ynskiligt er tí at vaksa um seingjatalið og mest upplagdi møguleikin er at fáa Uppistovu á Norðoya Røktarheimi til hesa ætlan. Sum skilst ynskir Norðoya Bú- og Heimatænasta at fáa onnur hølir til teirra virksemið.

Tað at Klaksvíkar Sjúkrahús yvirtekur røktarheimsbygningin er púra greitt tann besta loysnin fyri allar partar. Tí vóni og vænti eg, at ein avtala fæst í lag ímillum Norðoya Bú- og Heimatænastu øðrumegin og landstýrið og Klaksvíkar Sjúkrahús  hinumegin.

Um avtalan verður  gjørd,  er ætlanin hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu at fara í gongd við at byggja eitt nýtt og væl egnað røktarheim. Røktarheimið  verður partur av einum nýggjum eldradepli við røktarheimsplássum, heimatænastu, eldraíbúðum og øllum tí, sum hoyrir til ein nútímans eldradepil. 

Við avtaluni fær Klaksvíkar Sjúkrahús og alt Føroya fólk tann best møguliga depilin fyri rehabilitering í teimum sera væl egnaðu hølunum hjá Norðoya Røktarheimi, sum longu er íbundið Klaksvíkar Sjúkahús. Har er bert tørvur á eini dagførdari heildarumvæling. So eru tey klár til nýggja endamálið. 

Hetta er ein vinn vinn støða fyri heilsuverkið, um vit handla rætt.   Tað verður bert bíðað eftir at fáa avtaluna gjørda. Fíggjarleisturin  er avgerandi fyri, um  Norðoya Bú- og Heimatænasta kann fara í gongd við at byggja nýggjan nútímans eldradepil.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
tingkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo