Fyri tíð síðan varð alment kent, at Sólvit Nolsø ikki stillar upp aftur til næsta val. Orsøkin er fosturtøkupolitikkurin hjá Framsókn.
Á seinasta ársfundi hjá Framsókn varð samtykt, at fosturtøkupolitikkurin er ein politikkur hjá flokkinum, sum valevni skulu taka undir við.
Ein avgerð sum beinleiðis er í stríð við andan í Stýrisskipanarlógini, har tað í § 23, stendur at: ”Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum.”
Harmiligt og átaluvert, at ein skilagóður politikkari, sum handlar í samljóði við Stýrisskipanarlógina, soleiðis verður kroystur av tí politiska pallinum.
Í vikuni hendi so tað, at Liljan Weihe ikki slapp við á samgongufund. Tað sigst, at orsøkin varð, at Liljan Weihe ikki var samd við Tjóðveldi og samgonguni um Suðuroyartunnilin.
Harmiligt og átaluvert, at Liljan Weihe sum torir at fylgja síni sannføring og ikki letur seg trýsta, soleiðis verður fyri politiskum trýsti og ágangi.
Liljan, eins og Sólvit, handlar í samljóði við Stýrisskipanarlógina – og tað hava tey sín fulla rætt til.
At nakar, einstaklingur, flokkur ella onnur, royna at trýsta tey til nakað annað, er sera ódámligt, ikki sørt ræðandi og ein feril av “diktatoriskum” hugburði.
Tað tænir teimum báðum til rós, at tey tora og vilja gera nýtslu av teimum rættindum, ið eru at finna í Stýrisskipanarlógini - at fylgja síni sannføring.
Mær vitandi er § 23 í Stýrisskipanarlógini ikki farin úr gildi – ella er hon?
Tordur J. Niclasen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



