Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Tele hevur skrivað undir avtalu við svensku, altjóða fyritøkuna, Ericsson, um 5G-tøkni til farnetið hjá Føroya Tele.

Tað hendir eftir, at stjórn og nevnd í samtakinum hava tikið endaliga avgerð um nýtt farnet við 5G-tøkni, sum fer at geva størri kapasitet, hægri ferð og betri góðsku um alt landið.

“Vit hava mett um veitarar og um, hvat skilabest er at gera hjá Føroya Tele reint handilsliga”.

Bjarni Arnason, nevndarformaður.

Hann vísir í hesum sambandi á, at Føroya Tele hevur mett um tøkniligu førleikarnar og avriksstigini hjá trimum veitarum til farnetið.

Talan var um Ericsson, Nokia og Huawei.

Harumframt hava stjórn og nevnd mett um handilsligar fyrimunir og vansar við samstarvi um farnetið.

“Ericsson stóð seg sum heild best, tá vit mettu um førleikar og avriksstig. Tá vit mettu um handilsligar fyrimunir og vansar, so er tað eisini handilsliga skilagott fyri Føroya Tele at framtíðartryggja alt farnetið saman við Ericsson, ið vit áður hava samstarvað við í fleiri umførum. Samstarvið við Ericsson hesaferð verður uttan iva gagnligt, bæði tá talan er um heimamarknaðin og virksemið uttanlands, t.d. í frálandavinnuni í Norðsjónum og vestan fyri Hetland”.

Bjarni Arnason, nevndarformaður.

Avtalan við Ericsson hevur við sær, at ferð verður sett á 5G-útbyggingarnar, sum verða við til at lyfta Føroyar upp á ovastu rók, tá talan er um farnet.

“5G er ein sera týðandi partur av grundarlagnum undir talgilda samfelagnum, har alsamt fleiri tól og funktiónir verða knýtt at internetinum, og tí skulu vit nú sum skjótast víðari við hesi verkætlanini”.

Jan Ziskasen, samtaksstjóri.

5G-verkætlanin fer í gongd beinanvegin og verður væntandi liðug í 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo