ES fer at økja trýstið á Moskva fyri at enda kríggið í Ukraina.
– Trýst á Moskva, ikki eftirlæti, er skjótasti mátin at enda kríggið, segði uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, seinnapartin í dag.
ES leggur upp til 100 nýggj revsitiltøk, sum eru ætlað at raka russiskt ávirkanarvirksemi og misinformasjón.
Tað er ikki greitt, hvat fyri revsitiltøk ES nú fer at seta í verk, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



