Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Heilsufrøðiliga Starvsstovan er partur av samstarvi undir heitinum ”RASOPTA - Safeguarding future production of fish in aquaculture systems with water recirculation”, ið hevur fingið játtað 24 mió kr í HORIZON 2020 ES stuðli.

Stuðulin er latin innan skipanina ITN (Innovative Training Network) og skal brúkast til at útbúgva 12 PhD lesandi í átta ymiskum londum í Europa.

RASOPTA er eitt breitt samstarv, har bæði vinnufyritøkur og hægri lærustovnar luttaka. Samstarvið umfatar átta lond, sjey hægri lærustovnar, tríggjar granskingarstovnar, 9 vinnufyritøkur og granskingin fer at umfata fýra fiskasløg (laks, síl, sandáburru og styrju).

Sum heitið á verkætlanini sipar til er høvuðsendamálið at skapa breiða vitan og nýggjar loysnir at betra vatngóðsku og harvið eisini fiskaheilsu og endaligu dygdina á fiski, sum verður aldur á landi, har vatnið verður resirkulerað ella endurnýtt.

Ein av høvuðsuppgávunum í RASOPTA verður at menna ein nýggjan skjótan kanningarhátt, sum í einum kannar fyri nógvar ymiskar sjúkur og vatngóðskuparametrar og harvið verður eitt sera týðandi stýringsamboð í aling á landi.

Føroyska luttøkan er serliga innan tann partin, sum snýr seg um fiskaheilsu og úr Føroyum luttaka umframt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna eisini Hiddenfjord og SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo