Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiskar lygnir eru ein stór hóttan ímóti friðinum í Europa. Tað er niðurstøðan í nýggjari frágreiðing frá ES Kommissiónini, sum Jyllandsposturin hevur hugt í.

Í frágreiðingini verður ávarað staðiliga ímóti ágangandi, rongum og villeiðandi upplýsingum, sum hótta almennu trygdina, mest grundleggjandi rættindini hjá borgarunum og valini sum verða hildin.

Og orsøkin til, at tað hepnast valdsstýrinum hjá Putin so væl at gera ónáðir eru sosialu miðlarnir, sigur frágreiðingin eisini.

Pílarnir peika beint á ein av ríkastu monnunum í heiminum, Elon Musk, sum eigur miðilin X (fyrrverandi twitter), sum hevur hjálpt russum við herferðum og at spjaða falstíðindi, alt við tí endamáli at skapa óstabilitet og spjaðing í vesturheiminum um russiska álopskríggið í Ukraina.

Orsøkin er, at hann hevur gjørt tað lættari at siga tað einum lystir á X, eins og hann hevur tikið miðilin úr eini sjálvbodnari avtalu við ES um at basa misinformatión.

- Fyribils greiningar benda á, at Kreml-stuðlaðar konti eru vaksnar nógv í tali í 2023, serliga eftir at X / Twitter hevur linkað um krøvini til tað sum verður koyrt út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo