Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Tónleikur

- Eg komi úr einum heimi við nógvum tónleiki, staðfestir Eva Berghamar, oddakvinna í danska indie-poppbólkinum Kayak, sum er í holt við at leggja Danmark fyri sínar føtur, skrivar KVF.

Berghamar-eftirnavnið lýgur ikki. 

26 ára gamla Eva Berghamar, sum er oddakvinna í danska poppbólkinum Kayak, er úr góðum føroyskum bergi brotin.

Abbi Evu er hin navnframi Øssur Berghamar, ið flestir føroyingar kenna frá hansara virksemi í Kristnastovu á Amager, meðan pápi hennara er Andrew Berghamar, sum prestur í Skovlund fríkirkjuni í Ballerup. Báðir eru teir kend nøvn innan Brøðrasamkomuna í Føroyum. 

"Bæði foreldrini hjá mær eru hálvir føroyingar, so samanlagt eri eg eisini hálvur føroyingur," greiðir Eva læandi frá, tá hon er gestur í LEITISSTEIN í útvarpinum í morgin, fríggjadagin, klokkan eitt.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #