40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Javnaðarflokkurin á fólkatingi: Týsdagin 2. mai seta vit fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland á breddan. Frágreiðingin “Exit Russland?”, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt, verður løgd fram við nýggjum tølum, sum seta stór spurnartekin við, um avtalan búskaparliga er góð fyri Føroyar.

Vit hyggja eisini eftir tí søguliga samstarvinum við Russland, og hvat føroyingar kundu fingið burtur úr tilfeinginum vit lata Russlandi afturfyri toskin í Barentshavinum.

Umboðandi Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin fara Uni Holm Johannesen og Beinir Johannesen eisini at skifta orð um avtaluna, umframt at samrøða verður við Eirik á Húsamørk, stjóra á høvdavirkinum í Leirvík, um hvussu føroyingar kundu fingið meira burtur úr svartkjaftinum, sum russar fiska hjá okkum.

Er fiskiveiðuavtalan við Russland góð fyri Føroyar? Týsdagin 2. mai í Løkshøll kl. 15.15-17.30. Tiltakið er alment og ókeypis.

Orðstýrari: Rógvi Olavson.

Skrá:
15:15 Vælkomin

15:25 Framløga av frágreiðingini “Exit Russland?”

16:00 Samrøða við Eirik á Húsamørk, stjóra í Høvdavirkinum í Leirvik, um menningar- og inntøkumøguleikar frá svartkjafti

16:20 Steðgur

16.35 Orðaskifti millum Una Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin, og Beinir Johannesen, formann í Fólkaflokkinum

17:30 Liðugt

Leinkja til tiltakið: https://www.facebook.com/events/614210630611040?ref=newsfeed

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo