Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Havstovan: Tann 1. februar 2024 tekur Eydna í Homrum við sum deildarleiðari á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni.

Eydna í Homrum er 49 ár, útbúgvin havlívfrøðingur frá lærda háskúlanum í Gøteborg í Svøríki. Í 2012 vardi Eydna doktararitgerð á Fróðskaparsetrinum um føroyska upsan, men hevur síðani fyrst og fremst starvast við sild.

Eydna, sum hevur starvast á Havstovuni síðan 2007, tekur við eftir Jan Arge Jacobsen og Petur Steingrund, sum seinastu mongu árini hava verið deildarleiðarar á ávikavist Uppsjóvardeild og Botnfiskadeild.

Hesar deildirnar eru nú umskipaðar til eina Tilfeingisdeild. Jan og Petur halda báðir fram sum fiskifrøðingar á Havstovuni.

Nú deildirnar eru samanlagdar, takkar Havstovan báðum fyri drúgva tænastu sum deildarleiðarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo