Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-024/2021 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um Herjólf sum avloysaraskip hjá Smyrli.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Gav landsstýrismaðurin skeivar upplýsingar um, hvussu nógvan farm, bingjur og trailarar Herjólfur III hevur pláss fyri?

2. Gav landsstýrismaðurin skeivar upplýsingar um, hvussu nógvar persónbilar og ferðafólk Herjólfur III hevur pláss fyri?

3. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at bøta um støðuna, soleiðis at tørvurin á suðuroyarleiðini verður nøktaður, sum landsstýrismaðurin hevur givið lyfti um?

Svar til spurning 1
Strandferðslan hevur áður upplýst, at Herjólfur III væntandi fór at taka upp til 67 bilar ella 16-18 trailarar/sleip í ymiskum støddum og longdum. Útrokningarnar bygdu á upplýsingar og tekningar frá Vegagerðini í Íslandi, ið var samanborið við lutfallið av ymiskum sløgum og stødd av farmi, ið vanliga fer um Suðuroyarfjørð.

Eitt sleip kann lýsast sum einhvør størri last, ið verður sleipað umborð og í land við sleiparum (forvognur við bilførara hjá Strandferðsluni). Ein last kann vera alt frá einari 20 ella 40 fóts bingju, opnari last, last við tanga ella bingju við burturkasti ella øðrum. Ein trailari er stutt sagt eitt sleip við tilhoyrandi forvogni við bilførara, sum kann koyra umborð og í land uttan at verða sundurskildur.

Stórsleip, ið eru 40 fóts lastir ella 40 fóts bingjur á Mafivognum, eru størsta slagið av sleipum.

Fyribils útrokningar vístu, at tað bar til at hava upp til 9 eindir av stórsleipum við á hvørjum túri.

Aftaná royndarsiglingina í august varð tað av praktiskum ávum broytt til 6 eindir. Tað ber tó til at hava 8-9 stórsleip, um 3 av teimum verða flutt yvir á Mafivognar, umframt at hava 2-4 smærri sleip/lastbilar á sama túri.

Síðani Herjólfur fór undir sigling 20. august hevur stórfarmur fylt alt dekkið, tað vil siga 5-7 stórsleip, umleið triðja til fjórða hvønn túr. Hinar túrarnar hava tað verið upp til 6-8 sleip, 2-4 lastbilar/ ruskbingjur, umframt ein røð av persónbilum. Tað er fyri at betra tænastuna til persónbilar, ið annars ikki høvdu sloppið við á farmatúrinum kl. 22:00/02:00.

Svar til spurning 2
Bildekkið á Herjólfi er upprunaliga bygt til 67 persónbilar á umleið 4,5 metrar. Tá ið skipið kom til Føroyar, gjørdi Strandferðslan nýggjar útrokningar og uppmátingar á dekkinum við støði í miðalstøddini á persónsakførum, ið eru 5-5,1 metrar.

Um tað einans eru persónsbilar, so sleppa 56-60 akfør við. Strandferðslan gjørdi av at seta eitt bilrað av í stýriborði til átrokandi farm og lastbilaflutning, umframt fast pláss til sjúkraflutning, og eru tí 42-45 føst pláss til persónbilar á hvørjum túri, undantikið á farmatúrum.

Strandferðslan fekk 11. juli 2022 undangóðkenning av millumlanda málibrævi (International Tonnage Cetrificate) uppá 481 ferðafólk. Tá ið endaliga ferðafólkaloyvið kom frá Sjóvinnustýrinum, var ferðafólkatalið avmarkað til 391.

Svar til spurning 3
Strandferðslan hevur havt fleiri fundir við vinnuna og flutningsfeløgini um, hvussu farmaflutningurin skal skipast á Suðuroyarleiðini, meðan Smyril er í dokk.

Higartil hevur tað sambært Strandferðsluni eydnast at fáa allan farm fram til tíðina, tí Strandferðslan, privat flutningsfeløg og vinnan hava samstarvað og samskipað farmaflutningin.

Tinganes, 16. septembur 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo