Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Sum liður í arbeiðinum at menna fleiri landsliðsspælarar, varð í oktober mánað avgerð tikin um at víðka landsliðsvirksemið hjá FSF, til eisini at hava U16-landslið við bæði gentum og dreingjum.

Og nú er greitt, at venjari hjá U16-landsliðunum við gentum verður Eyðvør Jakobsen, ið eisini kemur at hava ábyrgdina av U17-gentunum.

– Tá eg sá, at starvið sum venjari hjá U16- og U17-landsliðunum við gentum var leyst at søkja, tók eg møguleikan. Hetta er veruliga nakað, sum eg brenni fyri. Mær hevur altíð dámt væl at arbeitt við ungum fótbóltsspælarum, og hetta verður tískil ein spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg nógv til, sigur Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Eyðvør, sum er útbúgvin námsfrøðingur, og sum fyrr í vikuni fekk handað UEFA A-venjaraprógv, hevur drúgvar royndir sum venjari, og hevur í mong ár verið ungdómsvenjari í HB.

Umframt at vera landsliðsvenjari, skal Eyðvør Jakobsen eisini hava eitt tætt samskifti við feløgini kring landið, har hon í høvuðsheitum skal fylgja gongdini hjá øllum spælarunum, ið hava aldur til U16- og U17-landsliðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo