Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Ein 19 ára gamal maður bleiv í Eystara Landsrætti fríggjadagin í síðstu viku dømdur fyri neyðtøku og fyri at misnýta annans sálarliga menningartarn.

Maðurin hevði yvir eitt longri tíðarskeið fleiri ferðir skaffað sær annað kynsligt samband enn samlegu við ein sálarliga menningartarnaðan mann.

Í heyst bleiv maðurin dømdur 10 mánaða fongsulsrevsing í Føroya Rætti. Av teimum 10 mánaðunum vóru 3 mánaðir gjørdir treytaleysir. Aftrat treytaðu fongsulsrevsingini skal tann dømdi gera samfelagstænastu í 120 tímar.

Eystari Landsrættur staðfesti fríggjadagin dómin frá Føroya Rætti.

Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at ein maður er dømdur fyri at neyðtaka ein annan mann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo