Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Streymurin verður hampuligur  og veðrið sær út til at blíva gott í vikuni, so helst verður nakað av útróðri, men fiskaríið er smáligt. Bátarnir fáa mest av hvítingi.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í seinastu metingini.

Ímeðan ein djúpvatnstrolari liggur við bryggju, so er ein annar á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Hann er bretskum sjógvi.

Eitt línuskip er á Íslandsrygginum, men er nýliga byrjaður túr, so tað kemur ikki at landa fyrr enn síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Restin liggur við bryggju, men møguliga fer okkurt avstað í næstum. Fýra frystilínuskip eru á Føroya grunninum. Trý eru á Flemish Kap.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo