Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Eitt ísfiskalínuskip fiskar við Føroyar. Hann er akkurát byrjaður, so tað er ivasamt um hann landar í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Grønland og tvey eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðrið verður brúkiligt fyrst í vikuni, men meira ivasamt seinni í vikuni. Ættin verður mest millum eystan og sunnan, so tað verður kanska nakað av útróðri norðanfyri. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er ein blandingur av toski og hýsu bátarnir fáa. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.

Tveir frystitrolarir eru til fiskarí. Teir fiska svartkalva, blálongu og kongafisk. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar nú, so hann kemur inn við nakað av hýsu og toski. Væntandi fer onkur trolari avstað í næstum.

Øll pørini uttan eitt eru til fiskarí. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tað er ikki nógv av hvítfiski pørini fáa, men nakað av hvítingi fáa tey tó. Nøkur landa í vikuni.

Fimm trolbátar eru norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Allir landa í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og øll væntast at landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo