Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Meginfelag Útroðramanna hevur sent Fiskimálaráðnum hoyringsvar í sambandi við kunngerðina um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroya Banka í 2022, og VP hevur fingið innlit í ein part av samlaða hoyringsskrivinum fra MÚ.

- Eftirsum uppskotið leggur upp til, at bólkarnir verða viðgjørdir so ymiskt, so setur hetta MÚ sum felag í eina tvístøðu, skrivar MÚ.

Í niðurstøðuni, sigur MÚ seg heita staðiliga á landsstýrismannin um ikki at lýsa kunngerðina við verandi orðing.

- Kunngerðin leggur upp til, at feløg/skip í bólki 3 og 4 fáa rættindini á bankanum, sama um tey eru virkin ella ikki.

- Harumframt leggur hon upp til eitt býti, sum fullkomuliga avlagar søguliga býtið bólkanna millum. Í hesum liggur eisini ein diskriminatión, sum landsstýrismaðurin ikki hevur grundgivið fyri.

- Vit meta ikki, at uppskotið er í samsvari við lógina ella andan í lógini um sjófeingi og heldur ikki í samsvari við søguliga fyrisitan av føroyskum botnfiskarættindum.

- Vit fara at heita á landsstýrismannin um - at halda seg til lógarásetta býtið bólkanna millum, galdandi fyri landgrunnin, og - at halda seg til tað einaferð lógarásetta prinsippið um, at vinnuliga ó-virkin feløg/fiskifør (tømd veiðiloyvi) ikki fáa tillutað nýggj fiskirættindi, verður sagt.

Les hoyringspartin her

Og lesa eisini:

Útroknan av fiskiorku á Føroya Banka samsvarandi kunngerðaruppskotinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo