Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

GIGNI: Danska heilsustýrið mælir til, at børn eldri enn 4 ár og vaksin dagliga fáa 5-10 mikrogram av D-vitamin ískoyti vetrarhálvuna, tvs. frá oktobur til apríl. Mælt verður eisini til, at børn frá tveimum vikum til 4 ár fáa 10 mikrogram D-vitamin dagliga alt árið.

Á okkara breiddarstigið verður ikki evnað nokk D-vitamin í húðini hjá fólki vetrarhálvuna. Tí verður mælt til, at vit dagliga taka D-vitamin ískoyti. Tó verður tilmælt, at ávísir bólkar av fólki taka D-vitamin alt árið. Tey ið longu taka eina multivitamin, har D-vitamin er í, nýtast ikki at taka eyka D-vitamin. 

Les meira um D-vitamin tilmæli á heimasíðu okkara her

D-vitamin er eisini í mati. Tað er tó ringt at nøkta allan tørvin á D-vitamin gjøgnum matin, sum vit eta. Nógv D-vitamin er í feitum fiski sum í sild og makreli, men føroyingar eta mest soltnan fisk. Eitt sindur av D-vitamin er eisini í mjólk, osti og egg. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo