

Vágs kommuna: Í døgunum 9. til 13. januar er FabLab Vágur vertur fyri einum FabLab bootcamp, har umboð fyri FabLabs í Norðurlondum luttaka.
Hvørt ár í januar verður skipað fyri einum bootcampi fyri LabLabs í Norðurlondum, og í ár er FabLab Vágur vertur.
Endamálið við hesum bootcamps er at styrkja um samstarvið, at netverka, at deila vitan og at fáa altjóða samstørv í lag.
Í fimm dagar verður skipað fyri verkstovum, framløgum, opnum FabLabi, árliga fundinum og samankomsti í Vági.
Á bootcampinum í ár er evnið at endurskapa nýtt úr nátúrligum og lokalum tilfari. Luttakararnir á bootcampinum fara at arbeiða við m.a. ull og hornum og mentan og list. Tilfar, sum fyrr varð nýtt dagliga, men í dag verður størsti parturin av hesum burturbeindur. Tankin er, at luttakararnir frameftir kunnu arbeiða við hesum tilfari í ymiskum samanhangum.
- Verturin fyri bootcamparnar verður valdur árið fyri. Her leggur hvørt FabLab fram, og eftirfylgjandi atkvøða leiðararnir fyri FabLabini, hvør hevði mest áhugaverdu framløguna. Og í fjør varð FabLab Vágur stóri vinnarin, sigur Tina Tausen, leiðari í FabLab Vágur.
Sum nakað serligt sleppa luttakararnir at royna Føroya einasta "escape room", sum FabLab Vágur hevur ment saman við Navid O’Lari úr Belgia. Navid hevur í tveimum umførum vitja FabLab Vágur og luttekur eisini á bootcampinum, sum serligur gestur.
Í alt verða 30 luttakarar - harav luttaka nakrir lærarar frá Vágs skúla.
Tey luttakandi koma úr Danmark, Íslandi, Finlandi, Svøríki og Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo