Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Hesi síðstu tvey áratíggjuni eru færri fongslað og varðhaldsfongslað, men talið av fongsulsdøgum er ikki minkað samsvarandi. Fráboðað brot á rúsevnislógina eru blivin fleiri.

Fýra tey fyrstu árini eftir aldarskiftið vaks talið av fongslaðum og varðhaldsfongslaðum úr 100 upp í umleið 150 árliga, men er síðani minkað støðugt og var komið niður í 57 í 2022. Tó sæst, at talið av fongsulsdøgum ikki er minkað samsvarandi ,og serliga hesi síðstu fýra árini vísir gongdin ein uppgangandi trend mótvegis tali av fongslaðum persónum. Í 2016 var talið av fongsulsdøgum stívliga 3.000, men í 2022 varð talið komið upp um 4.600. 

Fyri 21-22 árum síðani vórðu fráboðað 55 brot á rúsevnislógina. Síðani er hetta talið vaksið munandi, serliga síðani 2012, og var umleið 120-130 fýra tey síðstu árini.

Fráboðað brot á arbeiðsverndarlógina vísa eina misjavna gongd. Tey vóru 36 bæði í 2001 og 2002, men fækka niður í færri enn 10 í miðal árini 2004-2012, fyri síðani aftur at hækka nakað tey síðstu árini til 24 í 2023.

Brotini á vápnalógina vóru minkandi heilt fram til bert eitt í 2010, men eru síðani vaksin sera nógv heilt upp í 47 í 2027 fyri síðani at minka aftur niður í 22 í 2022.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo