Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Gistinæturnar vóru 26.463 í mai. Tað eru slakar 3.300 færri samanborið við sama mánað í 2022. Tað svarar til eina minking upp á 11 prosent.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í mai vóru 87 prosent av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað eru 2 prosent færri enn sama mánað í fjør.

Í mai áttu gestir úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark næstan helvtina av gistináttunum. Tað er ein vøkstur upp á 6 prosent í mun til sama mánað í 2022 hjá hesum bólkinum. Ferðafólk úr Danmark eru 13 prosent færri. Vøksturin hjá føroyingum er 7 prosent.

Fleiri innskrivingar í mai
Hóast eina minking í gistináttum so eru innskrivingarnar kvinkaðar eitt vet uppeftir. Tær vóru 500 fleiri sum svarar til ein vøkstur upp á 5 prosent. Tvífalt so nógvir føroyingar eru innskrivaðir í mai, samanborið við mai í fjør. Vøksturin hjá ferðandi úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum er 17 prosent. Talið av innskrivingum av fólki úr Danmark er fallið 28 prosent. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

Lægri nýtslustig
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 70 prosent av kømrunum vóru brúkt í mai. Tað er 8 prosent lægri enn í mai í 2022. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo