Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eri 42 ár og uppvaksin við Ljósá, búsitandi í Hoyvík.

Eri gift við Grímur Poulsen og saman eiga vit 5 børn. Eri útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur og starvist dagliga hjá Gigni.

Míni hjartamál eru familjan, trivnaður og bestu karmar og frælsi at skipa egin viðurskifti. Her hevur arbeiðsmarknaðurin avgerandi týdning.

Arbeiðsmarknaðurin broytist alsamt og gerst meira og meira krevjandi. Hetta ger, at ung sum eldri í vaksandi mun ynskja at liva meira í samljóði við familjulívið, samstundis sum tey kunnu skipa møguleikar og avbjóðingar, sum gerandislívið hevur at bjóða.

Materielli framburðurin hevur ongantíð verið størri enn nú. Kortini haltar nógvastaðni, har strongdin bankar á dyrnar. Vit eiga stór og flott hús, men hava ikki stundir at vera í teimum. Úrslitið er vantrivnaður, sum serliga kann raka børnini.

Vaksandi tal av ungum familjum vilja skipa síni viðurskifti soleiðis, sum tað hóskar familjulívinum best. Hetta setir krøv til ein smidligari arbeiðsmarknað.

Okkara arbeiðsmarknaður skipar sjálvur síni viðurskifti, men tað er eisini ein politisk uppgáva at slóða fyri, so fokus verður sett á týdningin á javnvágina í familjunum – at tryggja at góða familjulívið altið er grundin undir samfelagnum.

Tí er tað sjálvagt, at Løgtingið arbeiðir við og í lógarsmíði tryggjar betri javnvág millum arbeiðs- og familjulív.

Eg eri ivaleys í týdninginum av, at sínámillum samskiftið millum familjulívið og arbeiðið gerst so positivt sum gjørligt, har avleidda úrslitið verður, at vit røkka góðum, tryggum og mennandi familjulívi.

Tí eigur familjan altíð at hava forrætt í øllum lógarsmíði á Løgtingi.

Soleiðis byggja vit land.

Lillian Bjarnadóttir Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo