40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sjálvstýri: Síðani valið eru komnar áheitanir til landsnevndina um at fara undir arbeiðið at endurreisa flokkin beinanvegin. Landsnevndin hittist sunnudagin og er samd um at fara til verka alt fyri eitt.

Sunnudagin, 11. desember, hevði landsnevndin hjá Sjálvstýri fund um støðuna, nú flokkurin ikki rakk inn um tinggáttina. Semja er í flokkinum um, beinanvegin at fara undir at endurreisa flokkin. Lokalfeløgini hava fundir í vikuni, og ætlanin er at hava eftirmetingarfund fyrst í komandi ári. Eykaðalfundur verður 28. januar.

So skjótt úrslitið av valinum gjørdist greitt, sást ein stríðsandi vakna í bæði valevnum, samskiparum og øðrum, ið standa flokkinum nær. Øll eru samd um, at vit nú skulu undir at endurreisa og endurnýggja flokkin.

Tað verður neyðugt at eftirmeta valstríðið og seta út í kortið í góðari tíð til eitt komandi val. Tað arbeiðið verður farið undir beinanvegin, soleiðis at flokkurin er klárur á øllum frontum, so skjótt løgtingsval verður útskrivað.  

Í Klaksvík og í Havn verður stillað upp politiskt til kommunuval. Til kommunuvalið, sum verður um tvey ár, hevur Sjálvstýri ætlanir um at fáa umboð vald í báðum støðum, sum kunnu vera við til at styrkja flokkin.

Sámal Petur í Grund, floksformaður, sigur, at tað er eingin ivi um at tað er brúk fyri einum sosial-liberalum flokki á miðjuni í føroyska politiska landslagnum.

Sjálvstýrisflokkurin hevur verið bindiliðið millum ideologiskar politiskar frástøður í tíðini, flokkurin hevur verið virkin í løgtinginum.

Tað er við góðum móti og áræði, at lagt verður til brots aftur.

Vegna landsnevndina

Sámal Petur í Grund, Floksformaður

Andrias Jacobsen, Landsnevndarformaður

Formaður Eysturoyar Sjálvstýrisfelag

Rúna Sivertsen, Næstforkvinna í landsnevndini

Forkvinna Norðoyar Sjálvstýrisfelag

Snæbjørn Bærendsen, Landsnevndarlimur

Formaður Suðuroyar Sjálvstýrisfelag

Rógvi Fossádal, Landsnevndarlimur

Umboð Streymoyar Sjálvstýrisfelag

Heri Danielsen, Landsnevndarlimur, formaður Unga Sjálvstýri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo