Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Næsta sunnudag, sum er Pálmasunnudag, fer Kingokórið at syngja í Ørslevkloster Kirke, sum er miðskeiðis í Jútlandi nær Skive.

Tað sum er serligt við hesi framførsluni er, at navnframa føroyska hetjan Magnus Heinason liggur grivin har. Magnus Heinason var av órøttum dømdur frá lívinum og hálshøgdur í Keypmannahavn í 1589. Hann var seinni fríkendur og kistan flutt til Ørslevkloster, har hann fekk eina heiðurliga jarðarferð. Skiveportalen skrivar, at fýra av teimum sum syngja við í Kingokórinum eru eftirkomarar av Magnusi Heinason.

Kingokórið hevur áður vitjað í Danmark, seinast í 2015 í Løgumkloster. Har segði presturin í Løgumkloster Kirke, Sten Haarlov, eftir framførðsluna, at kingosangurin hevði eina slíka ró yvir sær.

- Tað er sum um at tíðin bara blívur burtur, tá kórið syngur. Tað er sera hugtakandi, segði hann sambært Skiveportalen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo