Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Føroya Fimleikasamband: Tíðliga í morgun fóru okkara røsku fimleikarar, Bjarki Johannesen, Torleivur Christiansen, Bjarki í Jákupstovu og Rókur Vestergaard, á flogvøllin. Teir skulu møtast í Danmark við Aron Jackobsen og Hjálmar Dalsgaard, sum báðir búgva og venja í Danmark. Síðani longur leiðin víðari til Helmstad í Svørríki, har teir fara at umboða Føroyar í North European Championship, sum verður í vikuskiftinum.

Í morgin, leygardagin 25. novembur, verður liðkapping og all round kapping. Kappingarnar eru kl 09:50-12:50 og so aftur kl 14:50-17:50 (føroyska tíð).

Finalurnar í teimum ymisku amboðunum vera sunnudagin, 26. november kl 11:05-15:00 (føroyska tíð).

Kappingin kann stroymast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo