Hann sum ikki girnast maktina er skikkaður at hava hana
- Plato

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tað vóru genturnar Bjørt Nielsen, Signa Hansen og Rakul Skaalum, ið myndaðu bólkin Faroe Sea Beauty frá Miðnámi á Kambsdali, sum vunnu  FM heitið í Ungum Virki 2018.

Faroe Sea Beauty arbeiðir við at framleiða og selja vakurleikarøkt úr vistfrøðiligari føroyskari rávøru.

Vinningurin var ein kekkur á kr. 5.000 frá Betri og ein ferð við uppihaldi í Keypmannahavn, har tær fara at umboða Føroyar til DM, sum verður tann 18. apríl.

Bólkur nummar tvey var Laksalux frá Miðnámi á Kambsdali, sum framleiðir heilsugóðar matvørur úr føroyskum laksi og gagnnýtir rávøru, ið annars verður beind burtur. Nummar trý gjørdist Apatité frá Tekniska Skúla í Klaksvík, sum hevði ment eina serliga skipan til at dyrka plantur og grønmeti, sum annars ikki kunnu vaksa í Føroyum.

Tilsamans luttóku níggju bólkar í kappingini, og høvdu tey øll sera áhugaverd virkishugskot, sum tey hava arbeitt við, síðani byrjanina av skúlaárinum 2017/2018.

Í dómsnevndini sótu Hilmar Sam Lamhauge og Liljan Djurhuus frá Betri, Rói B. Poulsen frá Hey, Dánjal Samuelsen frá KT-húsinum, Sóley Hammer frá Íverksetarahúsinum og Durita Samuelsen frá Hugskotinum. Regin W. Dalsgaard Býlings- og marknaðarstjóri í SMS var høvuðsdómari.

Næmingarnir hava fingið fíggjarligan stuðul og ráðgeving frá Betri, ið hevur verið høvuðsstuðul hjá Ungum Virki síðani 1996. Harumframt hava tey fingið ráðgeving frá Íverksetarahúsinum og Hugskotinum.

Ungt Virki arbeiðir støðugt við at menna undirvísing í íverksetan og at seta fokus á skapanarevnini og eldhugan hjá teimum ungu í Føroyum. Tey ungu fáa møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi, har tey læra at fremja hugskot í verki, loysa trupulleikar og síggja møguleikar. Soleiðis menna tey bæði fakligar, persónligar og sosialar førleikar, ið tey koma at brúka seinni í lívinum, sum íverksetar, leiðarar ella starvsfólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo