Faroe Ship gevst nú við rutuni ímillum Hansholm og Tórshavn.
- Undirtøkan var ov lítil, sigur stjórin, Bogi P. Nielsen, við Antares, sum er heimasíðan hjá føroyingum sum sigla uttanlands, við Søfart sum keldu.
Byrjað varð annars at sigla hesa farleiðina millum Føroya og Hanstholm í apríl í fjør.
- Ætlanin var, at farleiðin millum Hanstholm og Tórshavn skuldi vera eitt nýtt flutningstilboð, og tað er stutt ímillum báðar havnirnar, sigur Bogi P. Nielsen.
Siglt varð eina ferð um vikuna við farmaskipinum, Vantage.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo