Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um vakmyndatól. Uppskotið snýr seg um at geva kommunum heimild at seta vakmyndatól upp á ávísum støðum, har nógv fólk samlast.

Tað vísir seg nú at vera stórur meiriluti í løgtinginum fyri uppskotinum, sum serliga løgreglan og Tórshavnar kommuna hava strongt á at fáa ígjøgnum. Tey hava víst á trygdina fyri vanlig fólk í býnum og at brúka vakmyndatól fyribyrgjandi.

Sambært tølum frá løgregluni vórðu 106 mál um harðskap í 2022. Umleið helvtin av teimum hendu í náttarlívinum. Flestu av hesum málum kundu verið uppklárað, høvdu vakmyndatól verið har um vegir, skrivar Dimma.fo

Hesi harpskapsmál henda um náttina og tí er ofta vónleyst at finna útav, hvør framdi brotsverkið. Í slíkum førum kunnu vakmyndatól vera hent amboð hjá løgregluni, sigur meirilutin í Rættarnevndini.

Rættarnevndin sigur, at vakmyndatól eru eitt av fleiri amboðum til eitt tryggari náttarlív og sjálvsagt krevur tað strangt eftirlit við, hvør kann fáa atgongd til upptøkur frá vakmyndatólum á almennum støðum, umframt fyri, nær slíkar upptøkur skulu kunna takast í nýtslu. Tá ið myndirnar eru brúktar, eiga tær at verða slettaðar.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, fegnast um undirtøkuna.

- Hetta er tað vit hava væntað og vónað. Vit gera frammanundan alt vit kunnu saman við øðrum myndugleikum at gera náttarlívið so trygt sum gjørligt. Men vit kunnu ikki lata hetta ganga longur, at fólk verða soraði sundur á almennari gøtu, uttan at brotsmenninir verða revsaðir, sigur Heðin Mortensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo