40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kirkjuráðini í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi: Mánadagin 2. hvítusunnudag kl. 12.00 verður felags útiguðstænasta fyri alt prestagjaldið í prestagarðinum í Kvívík.

Vestmanna hornorkestur luttekur, Djóni Nolsøe Fischer spælir bass, og vit hoyra eina hvítusunnusøgu. Prestar eru Maria Jørðdal Niclasen og Steintóra Gleðisheygg Joensen. Kirkjuráðið í Kvívík bjóðar drekkamunn aftaná guðstænastuna.

Ókeypis bussar fara frá kirkjuni úr Kollafirði og kirkjuni í Vestmanna kl. 11.30. Bussarnir koyra eisini heimaftur. Eingin guðstænasta er í hesum kirkjum henda dagin.

Vit heita á fólk um at lata seg væl í og hava okkurt við at sita á. Stólar eru tøkir til tey, ið hava tørv á tí.

Um ikki viðrar verður guðstænasta í Kvívíkar kirkju. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo