Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Burðardygt vinnulív: GroAqua, KJ Hydraulik, P/F Poul Michelsen og Vónin, sum hava verið ein partur av átakinum fyri at minka CO2 útlátið, hava nýliga fingið góðkenning frá óhefta stovninum Science Based Targets Initiative fyri at hava bundið seg til at minka teirra vav 1 & 2 GHG útlát við eini helvt innan 2030.

Fyri at fáa góðkenningina hava feløgini lagt seg eftir 1,5 málinum, sum vísindafólk hava rátt til. Umframt at fráboða útlátið árliga, skulu fyritøkurnar eisini máta, fráboða og minka vav 3 útlátið.

Bakkafrost, Føroya Tele og MBM fingu teirra mál góðkend av SBTi fyrr í 2023.

11 av teimum 12 feløgunum í átakinum høvdu eina samlaða minking í scope 1 og 2 GHG útláti millum 2020 og 2022 (2023 er ikki tøkt enn), við størstu minkingini tey bæði árini frá Føroya Tele og SMJ – bæði feløgini hava bundið seg til at fáa vav 1 & 2 útlátið til netto 0 innan 2030.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo