Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-036/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um heimild hjá kommununum at taka tænastugjald, frá Sólvit E. Nolsøe, løgtingsmanni.

Spurningurin var soljóðandi:
1. Nær fáa kommunur heimild at taka tænastugjald fyri veitingar til summarhús?

Svar:
Í samgonguskjalinum frá 22. desember 2022 stendur m.a., at heimild verður latin kommunum at taka hóskandi gjald fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi.

Sum víst verður á í sambandi við fyrispurningin omanfyri, eru lutfalsliga nógv hús í summum kommunum, serliga í smærru kommununum, sum verða brúkt sum summarhús. Av tí at eigararnir ikki búgva í kommununi, og tí ikki rinda kommunuskatt til kommununa, rinda teir einki fyri kommunalar tænastur so sum vatnveiting og kloakk.

Kommunurnar hava, sum nú er, ikki heimild at taka gjald fyri hesar tænastur. Fyri fleiri kommunur er hetta ein lutfalsliga stór útreiðsla, serliga fyri tær kommunur, har fleiri slík hús eru.

Uppgávan at útvega kommununum neyðugu heimildirnar til at krevja tænastugjøld fyri kommunalar veitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi, hevur høga raðfesting. Eg fari tí í næstum undir fyrireikandi arbeiði at útvega kommununum tær neyðugu heimildirnar til hetta.

Í summum førum hava kommunurnar longu heimildir at taka gjald fyri ávísar tænastur, sum kommunurnar veita húsaeigarum, og harvið eisini til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi.

Til dømis heimilar § 8 í kunngerð nr. 186 frá 5. november 1993 um spillvatnsevju, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, kommunustýrum at áseta eitt gjald fyri tøming og burturbeining av spillvatnsevju.

Eisini heimilar § 16 í kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, kommunustýrum at áseta eitt gjald, eftir góðkenning frá Føroya Landsstýri, fyri goymslu, handfaring og viðgerð av burturkasti. Hetta verður mett at snúgva seg um eyka burturkast á bingjuplássum.

Í fyrsta umfari fari eg tí at bjóða umboðum fyri kommunurnar á fund fyri at nágreina, hvørjum ítøkiligum heimildum tørvur er á, soleiðis at greiða kann fáast á, hvussu víðari skal farast fram í lógararbeiðinum at útvega kommununum neyðugar heimildir til at taka tænastugjøld fyri kommunalar veitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi. Lógaruppskot viðvíkjandi hesum verður væntandi lagt fram í Løgtinginum í vár.

Løgmálaráðið, tann 25. oktober 2023
Bjarni K. Petersen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo