Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Visit Faroe Islands: Á tíðindafundi fríggjadagin í síðstu viku, tá nýggj korunutilmæli vórðu løgd fram, nevndi løgmaður, at skeið skuldu haldast fyri starvsfólkum í ferðavinnuni fyri at tryggja, at hon er klár at taka ímóti ferðafólkum í summar. Hetta skeiðið bleiv hildið seinnapartin í gjár, tá korunuráðgevingin, saman við Visit Faroe Islands, bjóðaðu umboðum úr føroysku ferðavinnuni til væleydnaðan arbeiðsdag.

Á heysti í fjør og tíðliga í ár hava verið skeið fyri størri og minni bólkum innan ymisk øki í ferðavinnuni, so sum gistingarhús, bussar, ferðaleiðarar, matstovur, o.o.

“Endamálið hevur verið at tryggja, at starvsfólkini eru til reiðar at taka ímóti útlendskum vitjandi á ein tryggan og ábyrgdarfullan hátt, og eisini at vísa ferðafólkum, at vit sum land og vinna taka ábyrgd fyri starvsfólkum og okkara gestum,” sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Á skeiðnum í gjár, sum kann síggjast sum ein uppfrísking av undanfarnum skeiðum, varð gingið gjøgnum ymiskar støður, og kjakast varð dúgliga um avbjóðingar og uppskot til ítøkiligar loysnir.

Tosað varð um, at ferðafólk skulu sjálvi hava eina ábyrgdarkenslu, tá tey vitja, og at tað er týdningarmikið, at tann kunningin kemur út, m.a. gjøgnum heimasíður og faldarar. Serligt fokus var á kanningina 4. dag. Stig verða tikin fyri at tryggja, at ferðafólk støðugt verða mint á týdningin av at lata seg kanna 4. dag við greiðari kunning um bókingarmøguleikar, upplatingartíðir, osv.

Yvirlækni Pál Weihe, sum skipaði dagin, sigur: “Vit skulu bjóða gestunum vælkomnum, men skulu samstundis heita á tey at ansa eftir, at tey ikki bera smittuna við sær. Fyrstu dagarnar eftir komu til Føroyar eiga tey øll at rokna seg sum smittuberar.”

Greiða niðurstøðan av arbeiðsdegnum er, at starvsfólkini í vinnuni hava skilt sína ábyrgd og eru klár at taka ímóti ferðafólkum í summar.

Myndir: Visit Faroe Islands

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo