Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið hevur sett forboð fyri at steðga á Kaldbaksvegnum, har nakrir døglingar seinastu tíðina hava fingið bilførarar at steðga og harvið elvt til vanda í ferðsluni, tí talan er um ein veg við nógvari ferðslu.

Tað tykist tó ikki sum at skeltini hava fingið bilførarar at broyta atburð, men hóast tað, hevur politiið ikki enn givið bøtur, men heldur roynt at verið til staðar og tosa við fólk.

Men kanska er besta loysnin ein heilt onnur. Fólk í ferðavinnuni hava í innanhýsis kjakbólki á facebook skotið upp, at heldur enn at seta steðgiforboð, so átti ferðin at verið sett niður á teininum, har hvalirnir hava ligið.

- Talan er um eitt helt serligt og sjaldsamt náttúrufyribrigdi, sum gevur bæði føroyingum og útlendingum stóra gleði púra ókeypis. So hví skulu vit ikki kunna njóta tað? spyr onkur.

- Gleðiligt hevði verið, um politiið heldur setti skelti upp, har hámarksferðin varð sett niður, og har bilførarar vórðu biðnir um at koyra varliga framvið, eins og tá ið vegarbeiði er, sigur onkur annar.

VP hevur spurt seg fyri hjá politinum, men tað hevur ikki borið til at fingið fatur á rætta viðkomandi á ferðsludeildini nú um vikuskiftið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo