Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hesi seinastu árini hevur Kalsoyggin sæð stóran ferðafólkavøkstur og útlit eru til, at hesin vøkstur fer at halda fram. Tí hevur Kalsoyggin verið eitt av økjunum, sum menningardeildin á Visit Faroe Islands og Klaksvíkar Kommuna hava raðfest hesi seinastu árini. Saman við Visit Kalsoy, Klaksvíkar Kommunu, Landsverk og Strandferðsluni eru ymiskar loysnir umrøddar, serliga viðvíkjandi ferju- og bussflutninginum og ætlanini at byggja nýtt ferðafólkahús í Kalsoynni, sum Visit Faroe Islands hevur játtað at fíggja part av.

Sum liður í hesi tilgongdini, har ymiskar loysnir hava verið umrøddar, heitti menningardeildin í vetur á uttanveltaðan ráðgeva at orða nøkur tilmæli við serligum atliti at ferðafólkaflutningin til og í oynni um summarið

Tilgongdin byrjaði í februar 2022 við stórum borgarafundi í Kalsoynni, og er frágreiðingin nú handað pørtunum.

Frágreiðingin, sum er grundað á hagtalskanningar og samrøður við borgarar í Kalsoynni, myndugleikar og ferðavinnuna, vísir, at ferðavinnan sum heild er væl skipað í oynni, tó at tað eru fleiri viðurskifti, sum kunnu bøta um støðuna.

Frágreiðingin er at finna á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands her. Niðanfyri er ein samandráttur av tilmælunum:  

Betri ferjusamband – longu í summar
Tað er ein avbjóðing fyri borgarar eins væl og ferðavinnuna, at Sam ikki siglir kl. 10 týsdag og hósdag, eins og gjørt verður hinar vikudagarnar, tí hesar dagar skal Sam vera tøkur til farmaflutning, tá tørvur er á tí.

Sum úrslit av hesi felags tilgongd viðv. Kalsoynni, hevur Strandferðslan nú tikið avgerð um at broyta ferðaætlanina, so Sam siglir eyka túrar kl. 9 bæði týsdag og hósdag úr Klaksvík (og aftur), um ongin farmatúrur er bílagdur mánamorgunin frammanundan. Harumframt verður hevur SSL sett inn tveir eykatúrar leygardagar og ein sunnudag. Hetta er ein royndarskipan galdandi frá 13. juni til 1. september.

Við hesum hevur Strandferðslan gingið einum gomlum ynski hjá kalsoyingum á møti, eins og fortreytirnar at reka ferðavinnu í oynni eru batnaðar munandi.

Góð samferðsla er ein fortreyt fyri eini væl virkandi ferðavinnu í Kalsoynni
Tað sum annars liggur fremst í huga hjá øllum pørtum, tá ferðavinnan í Kalsoynni verður umrødd, er ferju- og bussambandið til og í oynni. Allir málbólkar eru á einum máli um, at ferðavinnan í Kalsoynni eigur at byggja á góðar samferðslumøguleikar, so ferðafólk kunnu lata bilin standa eftir á meginlandinum og hava álit á, at gott bussamband er í oynni, sum kann flyta fólk úr Syðradali norður í hinar bygdirnar. Soleiðis kann avmarkaða plássið til bilar umborð á Sam fyrst og fremst vera til borgarar og onnur við tilknýti til oynna. Hetta hevði harafturat havt við sær, at tørvurin á íløgum í parkeringspláss v.m. verður avmarkaður.

Neyðugt er at fáa eina væl virkandi bíleggingarskipan, so øll ferðafólk kunnu bóka sær túrin til Kalsoynna og tryggja sær pláss í bussinum. Væntandi verður slík bókingarskipan tøk til næstu háárstíð. Somuleiðis er neyðugt at tryggja, at nøktandi busskapasitetur er tøkur til at møta tørvinum, tá ferjan er fullsett.

Neyðugt er at tryggja betri kunning í samband við sigling og busskoyring, so ferðafólk eru kunnaði í hampiligari tíð, tá broytingar eru, til dømis við at hava kunningarskíggjar á havnalagnum. Partarnir arbeiða í løtuni við at finna eina hóskandi loysn hesum viðvíkjandi.

Súkkling í Kalsoynni
Dagsferðandi í Kalsoynni áttu eisini at havt møguleika at leiga súkklur í oynni. Hetta verður mett at vera góður møguleiki fyri Kalsoynna, eftirsum bilaferðslan er so avmarkað. Súkkling er ein grøn og burðardygg loysn, ein góð uppliving og kann vera eitt gott alternativ til buss- og bilaflutning. Verður ferðafólkahúsið í Syðradali bygt, eigur hædd at vera tikin fyri slíkum møguleikum, eisini so karmarnir fyri slíkum vinnuligum virksemi í oynni eru so góðir sum til ber. Harumframt er neyðugt við ávísum trygdarátøkum viðv. súkkling í tunlunum.

Parkering og skelting
Sum støðan er í dag, har tað framvegis eru nógv ferðafólk, ið koma til oynna í bili, er neyðugt at betra um parkeringsviðurskiftini, serliga á Trøllanesi, har umstøðurnar ikki eru nøktandi í dag. Frágreiðingin vísir á, hvussu til ber at útbyggja parkeringina so bíliga og við so lítlum inntrivi sum til ber við at víðka um landsvegin og skipa parkeringina fram við vegnum.

Harumframt verður víst á, hvussu skeltingin kann leggjast til rættis, so at ferðsla við akførum verður betri skipað og til so lítlan ampa fyri heimafólkið, sum til ber.

Framtíðin
Stórur framtakshugur er í Kalsoynni, og nýtt ferðavinnuvirksemi er byrjað á Trøllanesi og í Mikladali, og fleiri ætlanir eru ávegis. Ferðavinnan er ein nýggjur møguleiki, ikki minst fyri útoyggjar, og hesum møguleika hava kalsoyingar tikið við. Tá ið ferðavinnu umræður, koma vit tó ongantíð á mál. Støðugt er tørvur á at tillaga og eftirmeta virksemið í oynni, samferðslumøguleikarnar og undirstøðukervið. Tað er altíð neyðugt at samskipa virksemið millum allar avvarðandi partar, skal skipanin rigga.

Frágreiðingin um Kalsoynna er eitt stig á leiðini, og summarið 2022 fer uttan iva at geva pørtunum fleiri royndir, ið ætlanin er at eftirmeta, tá summarið er av. Vónin er síðani, at royndarskipanirnar við m.a. eyka sigling og busskoyring í oynni kunnu koma í eina fasta legu, at sjøtul verður settur á ferðafólkahúsið í oynni, og at onnur átøk verða framd, borgarum og ferðavinnuni í Kalsoynni at frama.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo