40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nevndin í Ferðavinnufelagnum. Sakaris Frederiksen, Fonn Flog, Aleth Nielsen, Hotel Føroyar, Árni Olsen, Atlantic Airways, Henny á Líknagøtu, Smyril Line, Hans Jákup Kollslíð, HK Bussar.

Nevndin í Ferðavinnufelagnum. Sakaris Frederiksen, Fonn Flog, Aleth Nielsen, Hotel Føroyar, Árni Olsen, Atlantic Airways, Henny á Líknagøtu, Smyril Line, Hans Jákup Kollslíð, HK Bussar.

Nevndin í Ferðavinnufelagnum. Sakaris Frederiksen, Fonn Flog, Aleth Nielsen, Hotel Føroyar, Árni Olsen, Atlantic Airways, Henny á Líknagøtu, Smyril Line, Hans Jákup Kollslíð, HK Bussar.

- Vit í Ferðavinnufelagnum harmast almikið um, at Løgtingið hevur ætlanir um at lækka játtanina til Visit Faroe Islands við 500.000 kr og flyta hesa játtan til Bóndafelagið og Føroya Óðalsfelag. Limirnir í Bóndafelagnum og Føroya Óðalsfelag eru privatir vinnuligir aktørar eins og limirnir í ferðavinnufelagnum eru. Tað er fyri okkum sera løgið, at eitt slíkt felag kann koma at fíggjarlógina.

Tað skrivar nevndin í Ferðavinnufelagnum í brævi til fíggjarnevndina hjá løgtinginum, sum er dagfest 15. desember, sama dag sum fíggjarlógin fyri 2022 var til aðru viðgerð í Løgtinginum.

Ferðavinnufelagið vísir á, at tað er ein øvugt gongd í Føroyum at skerja játtanina hjá Visit Faroe Islands. Tí í londunum uttan um okkum eru játtanirnar til slíkar stovnar hækkaðar, fyri at byrgja upp fyri bløðingini hjá ferðavinnuni av Covid-19.

- Ferðavinnan telist millum størstu vinnurnar í Føroyum. Í 2019 vóru 715 ársverk í ferðavinnuni, í 2020 vóru 438 vegna Korona, annars hevur talið av starvsfólkum í ferðavinnuni verið støðugt vaksandi síðani 2013. Væntandi eru vit øll samd um, at ferðavinnan framhaldandi skal mennast og styrkjast, soleiðis at hon kann kasta enn meira pening av sær kring alt landið, sigur Ferðavinnufelagið í skrivinum.

Felagið kallar tað "sera óheppið" at samstundis sum myndugleikarnir siga seg arbeiða við eini loysn uppá málið um gongd í haga, so verður almennur peningur játtaður til privatar aktørar at menna eina skipan.

- At loysa málið um gongd í haga er sera umráðandi, og játtanin til hesa skipanina kemur óivað bara at gera tað enn verri at finna bestu loysnina uppá málið um gongd í haga, sigur nevndin í Ferðavinnufelagnum í skrivinum til løgtingsins Fíggjarnevnd.

Les eisini:

Jarðir ætlar at gera fráboðanarskipan sum øll ið fara ein túr í hagan hava skyldu at brúka

Viðmerking til kjak í løgtinginum í gjár

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo