Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Myndirnar eru úr Perluni kl 14 í dag, tá Tórshavnar kommuna alment legði nýggja ferðavinnupolitikkin fram. Ferðavinnupolitikkurin er samtyktur av býráðnum og er tí grundarlag undir øllum arbeiði frameftir at styrkja vinnuferðavinnuna í høvuðsstaðnum.

Vinnuferðavinnan skal millum annað styrkjast við at skipa fyri fleiri norðurlendskum og altjóða ráðstevnum í Føroyum, og í hesum sambandi skal Havnin verða ein av bestu vinnuferðabýum í Evropa. Her kemur ítrótturin eisini inn í myndina, her hevur komandi stórhøllin stóran týdning.

Ætlanin er eisini at stovna fleiri ferðavinnuútbúgvingar, umframt tær, sum longu eru. Her verður hugsað um professionella útbúgving innan móttøku, skrivstovuútbúgving við ferðavinnu sum sergrein, samskipan, leiðslu, rakstur og upplivingarvinnu.

Handilsvinnan í Havn er eisini við uppá í størri mun at gera miðbýin meira spennandi við matmarknaði og fleiri øðrum tiltøkum, sum savna yngri sum eldri. Tilsamans eru 26 ymisk átøk lýst í faldaranum við nýggja ferðavinnupolitikkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo